Seinnapartin í dag fóru menn undir at pumpa olju úr brennievnistangunum á tí strandaða ferðamannaskipinum Costa Concordia.
Longu tá skipið fór á land við oynna Giglio í síðsta mánað, bleiv avgjørt at pumpa oljuna úr skipinum sum skjótast, men ikki fyrr enn í dag var veðrið so mikið gott, at menn hildu tað vera ráðiligt at fara undir at tøma tangarnar.
Umleið 2.300 tons av olju vóru í tangunum, tá Costa Concordia fór á land.