Løgreglan í Nykøbing Falster hevur gjørt av at biðja øll fara úr einum skúla, sum er valstað í dag, tí fleiri fólk kendu seg illa eftir at tey høvdu verið í sambandi við hvítt pulvur, sum datt niður á gólvið, tá nakrir handverkarar arbeiddu í skúlanum.
Skúlastjórin, Espen Andersen, sigur, at ein handverkari fekk útslett av pulvurinum, og tá skúlatænararnir fóru at kanna málið nærri, fingu teir ovurviðkvæmi. Tí varð avgjørt at flyta øll úr skúlanum.
Myndugleikarnir hava eisini stongt vegirnar við skúlan.