Hóast vit altíð hava havt ein illgruna, er tað ikki so galið, at fáa tað staðfest: Bretskir granskarar hava nú prógvað, at samband er millum kulda og forkølilsi. Hetta skrivar avísin 24 tímar.
Í kanningini luttóku 100 fólk. Tá føtur teirra vórðu køldar niður, vóru tey í tvífaldum vanda fyri at gerast sjúk av forkølilsi.
Allan Randrup Thomsen, sum er professari í eksperimentel virologi við Københavns Universitet, er samdur við granskararnar um, at samband er millum kulda og forkølilsi. Men orsøkin er, at vit hava eitt virus í kroppinum.
Hann greiðir frá, at nógv okkara ganga runt við einum forkølilsisvirus í kroppinum. Tá kroppurin verður kaldur, verður blóðið ført frá nøsini og svølginum til meira týðandi likamslutir. Og tá hevur verusið betri umstøður at menna seg í nøsini, og tí verða vit forkølað.
Sostatt verða vit ikki sjúk av kuldanum beinleiðis, men skulu hava virus í kroppinum frammanundan.
- Og tað fáa vit oftari um veturin, tí tá eru vit meira innandura og saman, og smitta tí lættari hvønn annan, sigur Niels Høiby, professari við mikrobiologisk afdeling á Ríkissjúkrahúsinum við 24 timer, sum tískil staðfestir, at:
- Vanliga verða vit ikki sjúk av kulda ella at vera ov tunt ílatin ella at fara út við vátum hári. Virus skal vera í kroppinum áðrenn, sigur Niels Høiby, professari.