Puls & Christal vitja í Føroyum um vikuskiftið

Tann 18. og 19. juni verður eitt satt brak av einum tiltaki í Club 700 í Klaksvík

og í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, við luttøku úr Danmark. Talan er um tann vælumtókta dreingjabólkin PULS og sangarinduna Christal,

sum eisini er hálvur føroyingur. Sigast kann um PULS, at teir eru nýggja svarið

uppá Nik & Jay, og hava teir tikið hitlistarnar við einum sjokki við lagnum ?Superstar?.

Sangarindan Christal er kend frá lagnum ?Om igen?.

Tey verða øll í Club 700 fríggjakvøldið, har aldursmarkið er 18 ár og í ítróttarhøllini á Hálsi

í Havn leygarkvøldið, har aldursmarkið er 15 ár. Somuleiðis verður eisini DJ-Show bæði kvøldini

við DJ-X.

 

Hetta er fyrstu ferð at PULS eru í Føroyum.

 

Atongumerki kunnu fáast á www.ebillett.fo, ella við dyrnar.