Pullertarnir í Vágsbotni: Løgreglan ger bara sítt arbeiði

- Eg havi tikið avgerð um at reisa hetta málið politiskt, so Mortan Johannesen kann selja sín fisk i frið, sigur Annika Olsen, borgarstjóri

- Eg havi fleiri ferðir stuðlað Mortani i hansara virksemi og vil somuleiðis vera honum til hjálpar i málinum um pullertarnir i Vágsbotni. Eg havi tí tikið avgerð um at reisa hetta málið politiskt, so Mortan Johannesen kann selja sín fisk i frið.

Soleiðis sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, í svari til ábreiðslu frá Mortani Johannesen, sum kennir seg jagstraðan burtur úr Vágsbotni orsakað av pullertunum, sum forða bilum at koyra inn á sølutorgið.

Tá hann í síðstu viku á Facebook gjørdi vart við tað, svaraði borgarstjórin aftur og segði, at kommunan ikki hevur sent løgregluna eftir honum, og at hetta er eitt mál, sum løgreglan eigur.

Men tað er hóast alt kommunan, ið hevur sett pullertarnar upp í 2016 - og ikki løgreglan.

Tí er tað heldur ikki løgreglan, sum eigur at taka teir niður aftur, og tí hevur løgreglan einki við tað at gera, segði løgeglan við in.fo í morgun. Tað einasta, løgreglan ger, er at syrgja fyri, at lógin verður hildin, og tað er jú ólógligt at gera seg inn á ferðsluforðingar, sum kommunan hevur sett upp.

Les eisini: Eg føli meg jagstraðan burtur úr Vágsbotni.

Les eisini: Fær bót fyri at lata bilar sleppa at koyra

##med2##