Pullartarnir undir Bryggjubakka verða virknir aftur í dag klokkan 11. Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá.
Endamálið við pullartunum er at avmarka ferðsluna og raðfesta tryggari umstøður til fólk til gongu, sølufólk og til útiborðreiðan.
– Orsakað av tøkniligum avbjóðingum, verður ta fyrstu vikuna bert tann eini av trimum pullartum virkin - hetta hevur tó onga ávirkan á avmarkingina av ferðsluni, sigur kommunan.
Øll vørukoyring skal tí fara fram millum kl. 05 og kl. 11 á morgni, tá pullartarnir eru í óvirknir.
Um veitingarvirki, tey sum búgva ella virka undir Bryggjubakka, hava átrokandi tørv á at koma inn á økið, tá pullartarnir eru virknir, hava tey kotu, ið verður tøppað inn á tøknikassan við inngongdina. Pullartarnir fara tá sjálvvirkandi niður í breytina og fara uppaftur eftir hálvum minutti.
Pullartarnir eru tryggjaðir soleiðis, at teir ikki fara upp, um ein bilur er nærri enn 1,5 m frá teimum, tá ið tyngd er á teimum, ella tá ið fólk stendur við ella á teimum. Pullartarnir fara eisini niður undir møguligum streymsliti.