Pulis gevst í Stoke

Tony Pulis hevur valt at gevast sum venjari hjá Stoke City eftir at hava tosað við formannin, Peter Coates.

 

Sambært BBC Sports kendi felagið, at tíðin nú var komin at fara hvør til sítt eftir sjey ár.

 

55 ára gamli Pulis var settur sum venjari fyri aðru ferð í 2006, og tvey ár seinni førdi hann felagið upp í bestu deildina eftir 23 ára fráveru.

 

Hetta kappingarárið endaði Stoke sum nummar 13.

 

Tað var órógv millum Tony Pulis og ein part av fjepparaskarðanum móti endanum av kappingarárinum, tá Stoke gjørdist partur av niðurflytigarstríðnum.

 

Tað byrjaði annars rættiliga væl fyri Pulis og Stoke, og 1. desember var felagið bara fýra stig frá topp-fýra. Eftir hetta megnaðu teir tó bert fýra sigrar í 23 dystum, har teir taptu 11.

 

Fyrrverandi enski landsliðsleikarin, Michael Owen, sum nú gevst at spæla fótbólt eftir eitt kappingarár við Stoke, rósar Tony Pulis á Twitter.

 

Tað er einki at ivast í, at hann hevur kárað tað væl, fyrst at fáa liðið upp í Premier League og síðani at halda tí har, skrivar Michael Owen.