Puigdemont vil innsetast úr Brússel

Teir báðir stóru sjálvstýrisflokkarnir í Katalonia nærkast nú einari avtalu um samgongu eftir valið, sum var beint fyri jól. PDeCAT og ERC fingu 66 av teimum 135 sessunum í katalanska tinginum og við stuðli frá tí minna og vinstravenda loysingarflokkunum CUP kunnu teir skipa stjórn, skrivar blaðið El País.


Samráðingar hava verið í Brússel, har eitt nú leiðarin í PDeCAT, Carles Puigdemont, er í útlegd, tí sponsku myndugleikarnar ætlar at handtaka hann fyri lógarbrot í sambandi við fólkaatkvøðuna í fjør.

Ein av stóru spurningunum er, hvør skal vera forsætisráðharri í nýggju stjórnini. PDeCAT vil hava Carles Puigdemont at halda fram í leiðarasessinum, men hann kann ikki koma til Spania í løtuni.

Sambært El País hevur Puigdemont mælt til, at hann verður innsettur úr Brússel umvegis videosamband ella at onkur tosar hansara vegna í katalanska tinginum.

Flokkurin ERC hevur hvørki játtað ella sítt fyri hesum, men vil hava løgfrøðingar at kanna møguleikarnar at innseta Puigdemont úr útlegd.

El País skrivar, at spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, hevur sagt, at hann vil forða fyri einari roynd at innseta ein forsætisráðharra, sum ikki er til staðar í katalanska tinginum.