Puigdemont sleppur ikki at stilla upp til ES valið

Sponsku valmyndugleikarnir forða fyri, at tann fyrrverandi katalonski landspartaforsetin, Carles Puigdemont, kann stilla upp til valið til Evropatingi í næsta mánaði.

Tað upplýsir vallistin »Junts per Catalunya« (Saman fyri Katalonia), sum Puigdemont hevur stovnað.

Tað var í dag ikki gjørligt at fáa viðmerking frá sponsku valnevndini, men tíðindastovan AFP hevur sæð avgerðina hjá nevndini.

Junts per Catalunya skrivaði í einum tíndaskrivi, at spanska valnevndin vil »lukka munnin« á Carles Puigdemont og skumpa hann til síðis.

Tveir aðrir fyrrverandi limir í katalonsku landspartastjórnini hava eisini fingið forboð ímóti at stilla upp.

 

/ritzau/AFP