Spanski hægstarættur vil ikki aftur geva boð um at Charles Puigdemont, fyrrverandi leiðari í Katalonia, skal handtakast.
Í samband við vitjanina hjá Charles Puigdemont í Danmark, hevur talan verið um, at spanska løgreglan ætlar at senda eini boð um at handtaka mannin til allar løgreglur í Evropa, men hesum hevur ein dómari í spanska hægstarætti nú forða.
Tí er líkt til, at vitjanin hjá Charles Puigdemont í Danmark kann fara fram sum ætlað.
Charles Puigdemont var leiðari í Katalonia, tá spanski landsluturin fyrr í ár hevði eina fólkaatkvøðu um sjálvstýri frá Spania. Spanska løgreglan fór harðliga fram móti veljarum og politiskum leiðarum, og Charles Puigdemont valdi at fara í útlegd til Belgia.
Haðani hevur hann staðið á odd ayfir flokki sínum í parlamentsvalinum í Katalonia, har sjálvstýrisrørslan vann stórsigur.
Nú fór hann fyri fyrstu ferð úr Belgia aftur og í hesum sambandi bað spanska løgreglan donsku løgregluna um at handtaka mannin og senda hann aftur til Spania. Hesum hevur Hægsti Rættur tó forðað.
Katalonski politikkarin vitjar lærda háskúlan í Keypmannahavn í dag og í morgin skal hann vitja á Fólkatingi. Tó hava bæði stjórnarflokkarnir og danski Javnaðarflokkurin boðað frá, at tey ikki fara á fund við Charles Puigdemont. Magni Arge, fólkatingslimur fyri Tjóðveldi, hevur hinvegin bjóðað honum á fund, nakað, sum hevur fingið øði í Edmund Joensen, fyrrverandi fólkatingslim fyri Sambandsflokkin.
Les eisini Ákærir fólkatingslim fyri landsskaðiligt virksemi