Í dag klokkan 17 verður føroysk og katalansk mentan knýtt saman við ymiskum framløgum og tónleiki í Auluni í Finsen, sum Tjóðveldi skipar fyri.
Á skránni verða framløgur við Elsu Berg, fyrrverandi forkvinnu í Unga Tjóðveldinum, ið var til staðar tá fólkaatkvøðan um sjálvsavgerðarrætt fór fram í Katalonia fyri einum ári síðan, og Rókur Tummasarson sigur frá, tá Føroyar vunnu gull á handilsstevnu í Barcelona.
– Vit fara eisini at hoyra tónar frá Eyðuni Nolsøe, og Ólavur Jakobsen fer at spæla løg hjá katalanskum tónasmiðjum. Sangkórið Tarira, sum vann sangkapping í Katalonia herfyri, syngja eisini katalanskar sangir.
Í Finsen verður eisini høvi at síggja myndir frá døgunum undan og eftir fólkaatkvøðuna, og av katalansku politisku fangunum.
Fyrrverandi forsetin í Katalonia Carles Puigdemont vitjar eisini tiltaki í Finsen.










