Puigdemont lendur í Keypmannahavn

Carles Puigdemont, leiðari fyri katalonsku sjálvstýrisrørsluna, er í morgun komin til Keypmannahavn, hóast hann í gjár bleiv hóttur við, at spanskir myndugleikar møguliga fóru at heita á danskar myndugleikar at handtaka hann, um hann kom til landið.


Hóast hesar hóttanir, so tók hann eitt morgunflogfar úr Bruxelles og til danska høvuðsstaðin í morgun, har hann lendi í Kastrup um hálvgum níggju tíðina danska tíð. Tað skrivar Danmark Radio. 


Í Keypmannahavn skal hann luttaka í einum kjaktiltaki í Københavns Universitet í dag, umframt at Magni Arge, fólkatingslimur fyri Tjóðveldi, hevur boðið honum á gátt í Fólkatinginum at greiða fólkatingslimum frá støðuni í Katalonia.


Carles Puigdemont hevur verið í útlegd í Belgia síðan 30. oktober, eftir at hann sum forseti í Katalonia skipaði fyri eini fólkaatkvøðu um loysing, ið endaði við at ein meiriluti av veljarunum atkvøddu fyri loysing frá Spania. Lokala tingið í Katalonia staðfesti fólkaatkvøðuna 27. oktober og lýsti loysing frá Spania, men longu sama dag upploysti spanska tjóðartingið katalanska tingið, koyrdi Carles Puigdemont frá og staðfesti beinleiðis ræði yvir spanska landspartin.