Puigdemont í Belgia

Katalonski stjórnarleiðarin er sambært altjóða miðlum í Belgia

Fleiri altjóða fjølmiðlar skriva í dag, at katalonski stjórnarleiðarin Carles Puigdemont er rýmdur av landinum. Tað hendir einans nakrar fáar dagar eftir, at katalonska parlamentið samtykti at loysa úr Spania, og spanska tjóðartingið svaraði við útskriva nýval til 21. desember og koyra katalonska tingið, stjórnarleiðaran og stjórnina til hús. Reuters tíðindastovan, ið hevur upplýsingarnar frá sponskum keldum, skrivar, at stjórnarleiðarin og fimm av hansara starvsfólkum koyrdu til suðurfranska býin Marsaille, har tey tóku eitt flogfar til Belgia.


Tíðindini verða váttað av Paul Bekaert, ið er ein belgiskur advokatur, ið er serfrøðingur innan mannarættindi. Advokaturin upplýsir fyri Reuters, at hann hevur fingið til uppgávu, at vera løgfrøðiliga umboðið hjá Carles Puigdemont, meðan hann er í Belgia.


- Eg kann vátta, at Carles Puigdemont hevur valt meg sum sítt løgfrøðiliga umboð, tí hann er í Belgia. Men í løtuni arbeiðir eg ikki upp á nakað serligt mál hjá honum, sigur advokaturin við Reuters tíðindastovuna.


Enn er óvist hvat orsøkin er til, at katalonski leiðarin er rýmdur av landinum, men sambært sponskum miðlum, so hava hann og fimm av hansara starvsfólkum søkt um friðskjól í Belgia.


Týska tíðindastovan dpa skrivaði fyrr í dag, at spanska ákæruvaldið arbeiðir í løtuni við at reisa ákæru móti fleiri av katalonsku stjórnarleiðarunum fyri teirra leiklut í kreppuni millum Spania og Katalonia.