Fyri fyrstu ferð í sjey ár er Carles Puigdemont í Spania.
Katalonski loysingarleiðarin hevur í dag víst seg fyri stuðlum sínum í Barcelona, skriva fleiri altjóða miðlar.
Puigdemont er í vanda fyri at verða handtikin. Hann hevur ikki sett fótin á spanska jørð, síðani handtøkuboð vórðu givin um hann í 2017 fyri leiklut hansara í royndini at loysa Katalonia frá Spania. Um tað mundið flýddi hann til Belgia.
– Eg eri komin higar í dag fyri at minna tykkum á, at eg enn eri her, sigur Puigdemont, sambært tíðindastovuni Reuters, av einum palli, har hann er umgirdur av fólki úr loysingarflokkinum Junts, skrivar Ritzau tíðindastovan.
Túsundtals stuðlar hugna sær saman við honum. Løgreglan hevur eftir øllum døma ikki lagt honum forðingar í vegin.
Hann stendur við Arc de Triomphe í Barcelona, sum er nærindis katalanska tjóðartinginum.
- Leingi livi eitt frælst Katalonia, rópar hann sambært tíðindastovuni AFP.
LES EISINI: Verður helst handtikin: Carles Puigdemont ætlar sær kortini aftur til Spania
Puigdemont hevur sagt, at í Barcelona fer hann at luttaka í innsetingaratkvøðugreiðslu fyri nýggja leiðaranum í landspartastjórnini.
Tað verður væntandi undir leiðslu av katalanska sosialistaflokkinum, sum fyrrverandi spanski heilsumálaráðharrin, Salvador Illa, stendur á odda fyri.
Um atkvøðugreiðslan verður framd, verður tað fyrstu ferð síðani 2010, at tað ikki eru loysingarfólk, sum standa á odda fyri landspartastjórnini.
Men tað er ikki vist, at innsetingaratkvøðugreiðslan fer fram, um Puigdemont verður handtikin. Og tað er ein møguleiki.
Gamaní samtykti tjóðartingið í Spania í mai eina lóg, sum gav teimum amnesti, sum vóru við í miseydnaðu loysingarroyndini.
Men í juli avgjørdi hægstirættur í Spania, sambært AFP, at tann lóggávan ikki er galdandi fyri Puigdemont.
Carles Puigdemont vitjaði í Føroyum í oktober í 2018, tá Magni Arge, táverandi fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi hevði boðið honum á vitjan. Teir hittust, tá Puigdemont vitjaði í Danmark í januarmánaði sama ár.
Í Føroyum vitjaði Puigdemont løgtingsformannin, Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi í Løgtinginum og síðani Anniku Olsen, borgarstjóra fyri Fólkaflokkin, í ráðhúsinum á Vaglinum í Havn.
Hann var eisini við til eina ráðstevnu hjá Tjóðveldi um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt í 21. øld í Norðurlandahúsinum.