Fótbóltur
Í dystinum hjá Sevilla móti Getafe leygarkvøldið small Puerta brádliga um á vøllinum. Eftir at læknar komu til, megnaði spælarin tó sjálvur at ganga til skiftirúmið, har hann aftur small um.
Síðani hevur hann ligið í respiratori, men seinnapartin í gjár orkaði kroppurin ikki meira.
Samstundis vóru liðfelagarnir hjá honum í Sevilla í Grikkalandi, har teir skuldu spæla undankappingardyst í Champions League. Tann dysturin varð tó útsettur, tá deyðsboðini vórðu kunngjørd.









