Pudur og klinkur

Sterkir pastelllitir og blazers mynda mótan, sigur Ann Vang, leiðari í Gelluni. Modellin hjá okkum hesa vikuna, Døgg Hoydal, er í klæðum frá Gelluni. Sterkir pastelllitir eru in í vár og summar, og serliga liturin >>pudur<<, ið blazerin er, verður nógv at síggja í seinni í ár.

 

Blazerin er frá Samsøe & Samsøe, og innanfyri er Døgg í leggings og kjóla við lynlási frá Just Female. Klinkur kunnu síggjast allastaðni fyri tíðina, og skógvarnir ? við klinkum ? eru frá Shoebiz.