Public service tænastur kunnu verða bjóðaðar út

Bjørn Kalsø, landstýrismaður í mentamálum, sigur við Rás 2 tíðindi, at tað er møguligt, at landsstýrið fer at bjóða ávísar public service tænastur út

Bjørn Kalsø, landstýrismaður í mentamálum, sigur við Rás 2 tíðindi, at tað er møguligt, at landsstýrið fer at bjóða ávísar public service tænastur út.

                                                        

- Miðlalandslagið kundi havt tað betri, og tí havi eg arbeitt við at gera broytingar á hesum økinum í lógini, fyri at miðlarnir skulu hava betri møguleikar at virka, sigur Bjørn Kalsø.

 

Bjørn Kalsø sigur, at Mentamálaráðið arbeiðir við nøkrum broytingaruppskotum til Kringvarpslógina, sum millum annað skulu gera kringvarpið leyst av lýsingarinntøkum, fyri at styrkja tað privata miðlalandslagið. Hann væntar, at uppskotið verður lagt fyri Løgtingið í komandi tingsetu.

 

Lurta eftir samrøðuni við Bjørn Kalsø við at trýsta á pílin undir myndini.