Leingi hevur verið bíðað eftir public service sáttmálanum, sum loksins er komin á tingborð. Viðgerðin er avgerandi fyri almenna fjølmiðlapolitikkin. Public service-hugtakið verður nýtt um allan heimin. Sum heild kan verða sagt, at public service hugtakið hevur nakað at gera við, at flestu
fólkaræði hava eina ella fleiri almennar kringvarpsrásir, ið so ella so eru alment figgjaðar og tískil hava ávísar skyldur mótvegis almenninginum.
Landsstýriskvinnan leggur dent á, at Kringvarpið virkar í fólksins tænastu ella skal tæna borgarunum, ið rinda kringvarpsgjald afturfyri. Samstundis, sum vit eru samd í hesum, loyva vit okkum at seta spurnartekin við, um KVF
hevur livað upp til hesar meginreglur til hendan dag. Vit hugsa um virksemið hjá almenna kringvarpinum eftir, at føroyska kringvarpslóggávan varð liberaliserað. Endamálið við liberaliseringini var at geva rúm og møguleikar fyri privatum útvarps- og sjónvarpsrásum. Sambært tingmálinum fer kringvarpsgjaldið í 2010 at geva KVF 46 milliónir og lýsingarinntøkurnar fara at geva umleið 11 milliónir. Sostatt er tað ein spurningur í hvønn mun tað hevur eydnast løgtingi og landsstýri at liberalisera føroyska kringvarpsøkið, tá samstundis verður hugsað um, at almenni og alment fíggjaði stovnurin í Sortudýki rekur kappingaravlagandi virksemi á føroyska
lýsingarmarknaðinum.
Tað skal ásannast, at sáttmálauppskotið hevur jalig tekin á hesum øki, tí gjørt verður vart við, at lýsingarparturin hjá útvarpinum eigur at niðurlagast soleiðis, sum løgtingið áður hevur ásett í málinum um nýggja kringvarpslóg. Hetta er stig rætta vegin. Tá hetta er sagt skulu vit sjálvsagt enn sum áður ásanna, at KVF er ein hin týdningarmesti
mentanarstovnur í landinum, og vit unna sjálvsagt hesum stovni tær bestu umstøður. Vit eru eisini samd við mentamálaráðharran um, at PS-hugtakið er so breitt, at tað er trupult at røkja allar hugsandi skyldur í senn. Tað var
tí skilagott av táverandi mentamálaráðharra, Jógvan á Lakjuni, at seta public service sáttmálamøguleikan í lógina. Við slíkum sáttmála kann landsstýrismaðurin í samráð við KVF raðfesta og tryggja ávísar nærri allýstar PS-skyldur í einum tíðaravmarkaðum sáttmála, og hetta kann verða
gjørt í samráð við løgtingið, sum umboðar alt Føroya fólk. Á hendan hátt kunnu vit fáa tað almenna orðaskiftið um leiklut kringvarpsins í samfelagnum, sum okkum øllum tørvar.
Her kann frá almennari síðu verða givið eitt klárt signal til KVF um, hvat almenningurin eigur at fáa fyri tann pening, sum hvørt einasta húski í Føroyum hevur skyldu til at rinda stovninum. Sáttmálin er eisini ein áminning til KVF um, at tey, sum har starvast, veruliga eru fólksins
tænarar og slík áminning kann vera neyðug til almennar stovnar sum heild og kanska serstakliga til KVF. Samantikið eitt áhugavert og tiltrongt tingmál, og vit ynskja sjálvsagt, at endaliga úrslitið fer at verða til gangs fyri
føroyska mentan og tíðindaflutning og harvið fyri alt Føroya fólk, sum eigur KVF.