Soleiðis endaði eitt av innsløgunum í Degi og Viku fríggjakvøldið.
Uttan at leggja okkum út í, hvør hevur rætt í trætumálunum um, hvørt skip, sum veiða makrel, hava loyvi at pumpa frá hvørjum øðrum, so virkar tað illgrunasamt, at eitt reiðarí hevur sín egnan tíðindamann í almenna public service sjónvarpi okkara.
Men tað hevur reiðaríið Varðin í Gøtu - sambært Degi og Viku fríggjakvøldið, har mynstraði tíðindamaðurin dementeraði onkrar skuldsetingar móti reiðarínum.
Journalistikkur snýr seg um trúvirði, um integritet - ja, hyggjarin skal ikki freistast til at ivast í, hvørjum harra tíðindamaðurin tænir.
Her haltaði álvarsliga hjá Ingolfi og Kringvarpinum.
»Og Ingolf S. Olsen, sum gjørdi innslagið, er sjálvur við Finni Fríða...«










