Nýggja barrin í Klaksvík, Maverick, skipar fyri pubcrawl og live-tónleiki fríggjakvøldið. Nú fríggjakvøldið verður pubcrawl í Klaksvík. Tiltakið byrjar kl. 22.00 í spildurnýggju cowboy-barrini Maverick í Klaksvík, har klaverboksarin mikli ? Kim Hansen ? og Føroya Festiligasti lýsingarmaður ? Jákup Veyhe úr Pipar & Salt ? leggja lunnar undir restina av kvøldinum. Fram til kl. 01.00 standa teir á odda fyri undirhaldi, syngi við, mati og øðrum góðum.
Kl. 01.00 verður LIVE tónleikur og dansur í Klaksvíkar Klubba, har Kim Hansen og James Olsen spæla og undirhalda, og eisini verður hópin av ?vátum? spølum.
Kostnaður fyri tiltakið er einans 200 kr. Og atgongumerkið er galdandi fyri bæði Maverick og Klubban alt kvøldið!
Melda teg til á 226906, 557777 & 265988.
Tíðindaskriv










