Pub í Sverrisgøtu

Fríggjadagin í farnu viku opnaði ein nýggj pub Sverrisgøtu 15, hølunum sum inn til fyri stuttum hýstu DM-Tronic

Seinastu mánaðirnar hevur nógv virksemi verið í Sverrisgøtu. Fólk, sum eru farin framvið, hava kanska varnast, at okkurt hevur verið í umbúna í hølunum, og nógvar ymsar meiningar hava verið um, hvat hølini skuldu nýtast til.


Manhattan lat upp

Fríggjadagin varð so møguleiki at síggja úrslitið av øllum hesum virkseminum, tá Manhattan lat dyrnar upp fyri fyrstu ferð, og tey sum hava verið inni í hølunum munnu vera á einum máli um, at talan er um eini sera snotulig høli.

Stemningurin fangar beinan vegin, sum tú kemur innar í hølini, sum eru innrættaðið júst soleiðis, sum ein pub eigur at vera.

Hølini eru fullkomuliga broytt seinastu mánaðirnar, og umframt at tað er sera hugnaligt inni á sjálvari pubbini, ber eisini til at ganga beinleiðis inn í Rio Bravo, soleiðis at sleppast kann undan at fáa regn og vátasletting oman yvir seg, tá farið verður yvir um.

Framman undan er Casablanca sjálvandi eisini við í hesum kompleksinum, so tað má av sonnum sigast, at nógv er hent, síðani Rio Bravo fyri nøkrum árum síðani flutti oman í Sverrisgøtu.

Nú hava vit so dansihøli, matstovu og pub í einum, og einki er at ivast í, at hetta við tíðini fer at geva náttarlívinum í Tórshavn enn eina dimensión.