PT Cruiser fer nú í søguna

Kendi amerikanski retrobilurin Chrysler PT Cruiser, sum hevur verið gjørdur síðan 2000, fer nú eftir øllum at døma í søguna.

Tá Chrysler komu á marknaðin við retrobilinum PT Cruiser fyri 10 árum síðan, var bilurin ein sonn sensatión. Designið var teknað við bilum frá 50-unum sum fyrimynd. Bilurin varð sera væl móttikin og hevur verið gjørdur í nógvum ymiskum útgávum.


Í sambandi við at Fiat-konsernin hevur keypt seg inn í Chrysler í USA, er avgerð tikin um at Chrysler verksmiðjan í Toluca í Mexico nú gevst við framleiðsluni av PT Cruiser. Í staðin skal ein annar retrobilur, nevniliga Fiat 500, framleiðast á verksmiðjuni í Mexico til amerikanska marknaðin.


Tað er amerikanski designarin Bryan Nesbitt, sum hevur teknað PT Cruiser. Hann hevur eisini teknað aðrar bilar sum t.d. Chevrolet HHR, sum eisini er ein retrobilur í stíl við PT Cruiser.


Áðrenn PT Cruiser kom á marknaðin, vóru ymiskir Chrysler konseptbilar sýndir fram á bilaframsýningum sum t.d. Pronto Cruiser, sum er ein coupéútgáva av PT Cruiser.