Psykosa og skizofreni á Oyrarbakka

- Hvat er psykosa, og hvat merkir tað at vera psykotiskur? Tað fært tú at vita, um tú fert til fyrilestur á Oyrarbakka í annaðkvøld.

Í annaðkvøld - týskvøldið 5. apríl - verður almennur fyrilestur í Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Hetta er fimmti og seinasti fyrilesturin í almenna kunningarátakinum hjá Økispsykiatriini í Norðstreymi/Eysturoy.

 

Fyrilesturin snýr seg um, hvat psykosa er, og hvat tað merkir at vera psykotiskur? Í fyrilestrinum verður eisini greitt frá um skizofreni.

 

- Orðið skizofreni kemur úr griskum og merkir “splittet sind”, sum vísir til tær sinnisligu broytingarnar í tanka-og sansaupplivingunum, sum persónurin hevur.

 

Tað verður Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum, sum fer at halda fyrilesturin.

 

- Høvið verður at seta spurningar. Í steðginum verður kaffi, og øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Psykiatriski depilin/Økispsykiatriin um tiltakið í Felagsskúlanum á Oyrarbakka í annaðkvøld.