Halla Samuelsen
valevni hjá Javnaðarflokkinum
Einki Psykiatriskt Røktarheim er til tey sum hava sálarliga sjúku, men stórur tørvur er á einum slíkum. Nógv eru tey, ið standa á bíðilista at sleppa inn á Ellis- og Røktarheim, og ringt er at sleppa inn. Tey sum hava eina sálarliga sjúku, hava oftani uppaftur verri við at sleppa inn. Tí hevði tað verið sera gott, um vit høvdu eitt Psykiatriskt Røktarheim til teirra. Fleiri fólk sum eru liðugt viðgjørd á Psykiatrisku deildunum, men sum ikki klára seg sjálvi, áttu heldur at sloppi inn á eitt Psykiatriskt Røktarheim.
Eingin ivi er um, at stórur tørvur er á einum Psykiatriskum Røktarheimi til tey, sum hava sálarliga sjúku.
Javnaðarflokkurin er greiður yvir støðuna, og vit ynskja at gera nakað við hetta, nevnliga at útvega Psykiatriskt Røktarheim til tey, sum hava sálarliga sjúku.
Fái eg tín stuðul til Býráðsvalið 9. nov., ert tú við til at gera umstøðurnar hjá teimum sum hava sálarliga sjúku, betri. So skal eg gera mítt til, at hetta mál verður loyst skjótt og væl.