Psykiatrisk hjálp

Heri Mohr
-------
Sjónvarpið hevur í hesum døgum greitt frá og víst Føroya fólki, at psykiatriska deildin á Landssjúkrahúsinum er fíggjarliga so niðurundirkomin, at tað má ræða fólk. Hetta er óhugnaligt. Í roynd og veru hava ung fólk við psykiskum trupulleikum í longri tíð als ikki fingið hjálp ella viðgerð. Prátið millum ábyrgdarfólk á deildini og sjónvarpið gav okkum eina kenslu av, at øll høvdu givið skarvin yvir. Tann deprimerandi, symboliserandi myndin við tómum akslatrøðum á psykriatrisku deildini varð víst á skerminum aftur og aftur.
Í samrøðuni við landsstýrismannin við heilsumálum kom fram, at vit ikki kunnu rokna við, at stórvegis verður bøtt um hesa syndarligu støðu orsakað av peninganeyð. Hann skuldi royna at finna onkrar hissini milliónir. Eg má endurtaka: hetta er veruliga óhugnaligt! Sum eina allegori kunnu vit ímynda okkum, at bíðitíðin til eitt nú ambulanta- og ella røntgenviðgerð av politiskum orsøkum – eins og á psykiatrisku deildini – verður tvey ár ella eftir umstøðunum.
Fyrst, og áðrenn relevantir spurningar verða settir: John Johannessen, til lukku og blíðan byr og alt tað besta í tínum høga, kravmikla landsstýrismannastarvi.
Við støði í tí, sum okkara almenna sjónvarp spurdi og kanska serliga ikki spurdi landsstýrismannin, loyvi eg mær við hesum at seta landstýrismanninum fylgjandi spurningar:
– Er psykiatriska deildin, millum manna kallað Statshospitalið, sambært galdandi lóg ikki fíggjað 100% av ríkiskassanum?
– Er tað ikki satt, at 117 milliónir í ríkiskassablokkinum eru oyramerktar til:
»Færøernes Specialskole
Klienter under ekstern forsorg
Aflastnings- og fritidshjemmet i Tórshavn
Institutionsophold for færøske klienter i Danmark
Rejser for klienter og pårørende (forsorgsydelse)
Vikar for medarbejder med uddannelse (forsorgsydelse)
Åndssvageforsorgen
Anlægsudgifter, særforsorg
Alderdoms- og plejehjem«?

– Er tað ikki satt, at landsstýrið tann 1. januar 2002 bant fyri allari dagføring av fíggingini til psykiatrisku deild galdandi í 5 ár, og at landsstýrið ongantíð hevur givið ríkisstjórnini boð um at seta niðurbindingina úr gildi?
Harra landsstýrismaður John Johannessen: ætlar tú tær, her og nú, at fáa hesi óskiljandi og púra órímiligu fíggjarviðurskifti aftur í rætt lag við støði í galdandi lóggávu?
Ella: skulu tey veikastu í okkara landi – hóast lógarstøðið er í lagi – framhaldandi ikki verða vird, vard og hjálpt, tí landskassanum í ólukku mát manglar júst tann peningin, sum við sama lógarstøði er játtaður og ætlaður til psykiatriska hjálp, men innistongdur, niðurbundin?
Vónandi svarar landsstýrismaðurin mær og teimum óivað mongu spyrjandi við ella uttan psykiatriskum trupulleikum. Svar við ongari avkláring í fíggjarspurninginum, sum her er umrøddur, kann ikki loysa vandamál hjá teimum óvardu, óhjálptu og avvarðandi.