Psykiatriin: Ótolandi og vanvirðiligar umstøður

Brot úr grein í VikuskiftisSosialinum:

 

Bárður Persson fer ongantíð at gloyma 12. desembur í 2014. Hetta var dagurin, har kendi og virkni sjónleikarin umsíðir mátti lúta fyri tí alsamt vaksandi órógvinum, sum sinn hansara hevði barst við seinastu 4-5 mánaðarnir. Bárður Persson varð innlagdur á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Fyrstu vikurnar á deildini válaði hann aftur og fram eftir 30 metrar longu gangini á deildini. Eini 100-200 ferðir um dagin við høvdinum fullum av malandi og depressivum tonkum.

 

Les eisini: "Psykiatriin verður spakuliga kvald"

 

Tá tær fyrstu vikurnar úti á deildini vóru av, fór Bárður Persson at geva sær far um, hvussu deildin virkaði sum viðgerðarstovnur.

 

 

- Tey flestu starvsfólkini á opnu deild royna at gera sítt allarbesta, men tey arbeiða undir korum sum eru so ótolandi, at tey í veruleikanum ikki fáa gjørt sítt arbeiði gott nokk. Og so sera langt frá eisini, sigur hann.

 

 

Harmast um karmarnar

 


Bárður Persson er í andarisi, tá hann skal greiða frá støðuni á psykiatriska deplinum. Hann tosar skjótt. Og nógv. Tá hann skal greiða frá tí ringasta, tosar hann mest ótýðiligt. Tað merkist á honum, at atfinningarnar eru veruligar og álvarsamar.

 

 

- Taka vit fyrst teir fysisku karmarnar, so er hetta einki annað enn ein vanvirðilig skomm. Kømrini í hesum fullkomiliga niðurslitna bygningi eru rætt og slætt ræðulig. Tá tú ert innlagdur, kennist tað sum, at tað verður gjørt alt fyri, at tú skalt vera bundin í tíni sjúku, sigur hann.

 

 

Bárður Persson ilskast inn á tað manglandi innbúgvið. Har mangla seingjarlampur, hillar, borð, knakar og annað sum hoyrur einum sjúkrastovu til. Hann ilskast ikki minni á tær slitnu sengurnar, gardinurnar, klædnaskápini og tað slitna gólvið.

 

 

- Og taka vit so sjálva viðgerðina, er sjáldan frægari. Her líða starvsfólkini jú undir teimum ótolandi umstøðunum, sum gera, at tey ikki fáa gjørt sítt arbeiði nóg gott, sigur hann og vísir á, at tað manglar áhaldandi og munagóð viðgerð.

 

 

Skrivaði 110 síður um umstøðurnar

 

 

Tíðin á psykiatriska deplinum vakti undran í Bárð Persson. Hann undraðist so mikið nógv á viðurskiftini á deildini, at hann skrivaði eitt 110 síðir langt skriv, sum hann sendi vítt og breitt í eini vón um at fáa aftursvar.

 

 

Les nógv meir um 110 síðir langa skrivið og søgu Bárð Perssons í VikuskiftisSosialinum. VikuskiftisSosialurin gevur hesa ferð lesaran innlit í støðuna á psykiatriska økinum. Keyp blaðið í handlunum ella keyp eina e-útgávu her.