Sangurin Gangnam Style hjá suðurkoreanska tónleikaranum PSY hevur síðani juli mánað verið tað skjótast vaksandi virala videolagið nakrantíð.
Videolagið setti herfyri heimsmet í likes á Yotube, tá ikki færri enn 5,4 milliónir høvdu trýst á like-knøttin eftir at hava sæð videolagið.
Hóast videolagið kom inn á topp 10 listan í oktober mánaði, er tað støðugt klatra upp eftir listanum. Fyri eini viku síðani fór videolagið fram um Justin Bieber við sanginum Baby. Sostatt er er Gangnam Style mest sædda videolag nakrantíð. Tað tók 2,5 ár fyri sangin hjá Bieber at koma upp á ovastu rók, meðan PSY megnaði hetta innan fýra mánaðir.
Sambært Starcount sær topp 10 listin soleiðis út:
1. PSY Gangnam Style 819.7 milliónir
2. Justin Bieber Baby 804.2 milliónir
3. Jennifer Lopez On the Floor 624.2 milliónir
4. Eminem Love the Way You Lie 517.2 milliónir
5. LMFAO Party Rock Anthem 502.9 milliónir
6. Shakira Waka Waka (This Time for Africa) 500.6 milliónir
7. Charlie bit my finger again! 497.2 milliónir
8. Lady Gaga Bad Romance 497 milliónir
9. Michel Telo Ai Se Eu Te Pego 460.5 milliónir
10. Eminem Not Afraid 375.2 milliónir










