PSY við nýggjum sangi

Kendi sangarin úr Suðurkorea, sum fekk veruligt gjøgnumbrot við sanginum Gangnam Style, roynir nú aftur at gera eitt hitt.

 

PSY, hvørs veruliga navn er Park Jae-Sang, hevur givið út uppfylgjaran til Gagngnam Style, sum hevur fingið heitið Gentleman.

 

Videolag er eisini gjørt til nýggja sangin, men er ikki víst alment enn. Longu nú eru tað tó fleiri PSY-fjepparar, sum hava lagt sangin út á Facebook og aðrar slíkar miðlar.

 

Tað var júst videolagið til Gangnam Style, sum uttan iva eigur ein stóran part av æruni í at sangurin bleiv verðinskendur. Í tí heldur stuttliga videolagnum til Gangnam Style dansar PSY sína serstaka hestadans, sum fekk fólk kring allan heim at taka dansa til sín - tó mest í spølni.

 

Nýggjasta útspælið, Gentleman, minnir rættiliga nógv um fyrsta lagið frá PSY, og somuleiðis burdi borið til at dansa ein øðrvísi dans til møguliga næsta hittið hjá kenda suðurkoreanaranum.

 

Niðanfyri ber til at hoyra sangin Gentleman hjá PSY.