PSV úr Eindhoven er hollendskur meistari í fótbólti. Tað gjørdist greitt í gjár, tá ið PSV vann 1-0 á útivølli ímóti Vitesse. PSV skuldi hava eitt stig í hesum dystinum fyri at tryggja sær meistaraheitið, og PSV lat ongan iva verða um gullið og vann dystin. Ajax, sum var í hølunum á PSV, vann sín dyst 5-1, men PSV kundi avgera kappingina sjálvt – og gjørdi tað.