PSG vil hava Thuram

36 ára gamli Lilian Thurham ætlar sær at skifta felag. Hann hevur sáttmála við FC Barcelona, men nú er franska felagði PSG úr Paris áhugað í roynda franska verjuspælaranum, sum er liðformaður á landsliðnum. Eisini feløg í Onglandi, Italia og Skotlandi sigast verða áhugað í Thuram, sum í hesum døgum stýrir fronsku verjuni undir EM-endaspælinum.