PSG sett nýtt met

Champions League: Teir skjóta nógv mál, so nógv mál at tað er met

Neymar Jr, Edinson Cavani, Kylian Mbappe og hinir í Paris Saint-Germain hava nú sett nýtt met í Champions League. Nýríka franska høvðusstaðarfelagið hevur skotið fleiri mál í bólkaspælinum, enn nakað annað felag hevur klárað – og tað restar ein dystur í.

 

Les eisini: Hesi eru víðari

 

Paris Saint-Germain hevur skotið 24 mál í bólkaspælinum higartil. Metið bleiv tikið, tá PSG í gjár vann heili 7-1 á skotska Celtic. Gamla metið hevði Borussia Dortmund, sum í fjør skoraði 21 mál í bólkaspælinum, skrivar uefa.com.

 

PSG er í bólki saman við Celtic, Anderlecht og Bayern Munchen. Higartil hevur PSG vunnið samanlagt 12-1 á Celtic og 9-0 á Anderlecht, meðan seinni dysturin móti Bayern Muchen restar í. PSG vann fyrra dystin 3-0.

 

Hartil er ein søgan komin undan kavi, at av teimum 25 málunum, sum eru komin í dystunum har PSG hevur spælt, so er bara eitt mál skotið av einum spælara, ið hevur sín uppvøkstur í PSG. Tað var málskjúttin hjá Celtic, Moussa Dembélé!