PSG sendi Liverpool í trupulleikar

Soleiðis gekk í Champions League í kvøld

Í Champions League í kvøld kundi nógv avgerast. Summi lið mest sum bara bíðaðu eftir at spæla seg víðari, meðan onnur lið máttu spæla fyri lívinum.

 

Hetta seinna slagið av dysti var á skránni í París, har PSG tók móti Liverpool. Tað vóru ríku fransmenninir, ið fóru við báðum stigunum, ið einum tøttum dysti dysti.

Úrslitið hevur við sær, at Liverpool skal vinna á Napoli í seinasta umfari fyri at hava møguleikan at spæla seg víðari. Júst Napoli vann trygt sín dyst í kvøld, men einki er avgjørt í hesum bólki enn.

 

Í bólki B tryggja FC Barcelona sær fyrsta plássið í bólkinum, meðan Tottenham helt lív í vónini við at vinna á Inter.

Í bólki A spældu bæði Atlético Madrid og Borussia Dortmund seg víðari.

 

Eisini tvey lið komu víðari í bólki D, har Schalke 04 og FC Porto bæði skulu spæla áttandapartsfinalur, hóast Porto vann á Schalke í kvøld. Hin dysturin í bólkinum háttaði seg soleiðis, at týskararnir ikki kunnu takast aftur á øðrum plássi í bólkinum

 

Úrslitini í Champions League í kvøld

Bólkur A

Atlético Madrid - Monaco 2-0

Dortmund - Club Brügge 0-0

 

Bólkur B

PSV Eindhoven - FC Barcelona 1-2

Tottenham - Inter 1-0

 

Bólkur C

Paris Saint-Germain - Liverpool 2-1

Napoli - Reyða Stjørna 3-1

 

Bólkur D

Lokomotiv Moskva - Galatasaray 2-0

FC Porto - Schalke 04 3-1