25 ára gamli Lucas Moura var á sumri í 2013 um reppið at skifta til enska felagið, Manchester United. Tað var ikki fyrrenn í allar seinastu løtu, at franska felagið, Paris Saint Germain, kom ímillum og keypti brasilska vongspælaran, sum tá taldist millum mest lovandi leikarar í heiminum.
Men nú røkist fyri, at Lucas Moura kann vera á veg aftur til Manchester United. Brasilski vongspælarin hevur trupulleikar við at vinna sær pláss á liðnum hjá Paris Saint Germain, har Kylian Mbappé, Edinson Cavani og Neymar vera valdir frammanfyri Lucas Moura.
Tí hevur PSG sett Lucas Moura til sølu, og stórur áhugi er fyri brasilska leikaranum. Men sambært fronsku rásini, Canal +, er Lucas Moura einans áhugaður í at skifta til eitt felag. Tað er til Manchester United.
Sum skilst verður arbeitt í løtuni millum Paris Saint Germain og Manchester United um eina avtalu um Lucas Moura.