PSG leikari sleppur ikki til Onglands

Serge Aurier frá Fílabeinsstrondini fær ikki innfaraloyvi til Bretlands, og tað er ein dyggur smeitur fyri PSG

Í annaðkvøld klokkan 19.45 spæla Arsenal og Paris Saint Germain oddadyst í bólki A í Champions League. Dysturin verður á Emirates leikvøllinum í London.

 

Men PSG má klára seg uttan fílabeinsstrandingin, Serge Aurier, som ikki fær innfaraloyvi til Bretlands. Í PSG eru tey skelkað um avgerðina hjá bretsku myndugleikunum. Í PSG halda tey, at talan er um eitt álop á sjálvan integretetin hjá Champions League kappingini. 

 

PSG skrivar á heimasíðu sínari, at tey søktu um uppihaldsloyvi til Serge Aurier longu 18. oktober, og bretsku myndugleikarnir góvu Serge Aurier grønt ljós at gera ferðina til London longu tann 21. oktober. 16. november bleiv uppihaldsloyvið hjá Serge Aurier tikið aftur av bretsku myndugleikunum. Í PSG eru tey sera hørm um hesa avgerðina hjá bretsku myndugleikunum, og eisini, at hon er komin so seint. Í PSG hava tey arbeitt nógv fyri, at Serge Aurier kann ferðast við sínum liðfeløgum at spæla dystin ímóti Arsenal í annaðkvøld. 

 

Í PSG halda tey, at bretsku myndugleikarnir hava víst vanvirðing ímóti PSG og Serge Aurier við avgerðini at taka aftur uppihaldsloyvið beint áðrenn oddadystin ímóti Arsenal. Á heimasíðuni verður tó undirstrikað, at tey, sum halda við PSG fara at verða meir sameind enn nakrantíð av hendingini. 

 

24 ára gamli høgri bakkurin, Serge Aurier hevur spælt 26 dystir fyri PSG. Serge Aurier hevur áður spælt við Toulouse og Lens. Hann hevur spælt 31 landsdystir fyri Fílabeinsstrondina.