Bólkur E:
Manchester City kann koma í trupulleikar í bólki E, tí teir eru framvegis trý stig aftanfyri Roma, men nú hava liðini bara dyst eftir í Italia. Liðini spældu 1-1 í Manchester í kvøld, og tað eru teir úr AS Roma avgjørt meiri fegnir um. Bayern Munchen hevur beina leið víðari úr bólkinum.
Manchester City – AS Roma 1-1 (1-1)
1-0 Sergio Aguero, 4
1-1 Francesco Totti, 23
CSKA Moskva – Bayern Munchen 0-1 (0-1)
0-1 Thomas Muller, 22 br
Støðan:
1. Bayern Munchen 6
2. AS Roma 4
3. Manchester City 1
4. CSKA Moskva 0
Bólkur F:
PSG staðfesti í spennandi og málríkum dysti, at teir ikki eru at spæla við í ár. Teir vunnu 3-2 á FC Barcelona, sum á fyrsta sinni lat mál inn í ár. Hóast PSG eitt skifti var á odda 3-1, so vóru teir kroystir seinastu løtuna, men kundi helst eisini havt økt, um teir vóru neyvir í mótálopunum.
PSG – Barcelona 2-3 (2-1)
1-0 David Luiz, 10
1-1 Lionel Messi, 12
2-1 Marco Verratti, 26
3-1 Blaise Matuidi, 54
3-2 Neymar, 56
APOEL Nicosia – Ajax 1-1 (1-1)
0-1 Lucas Andersen, 28
1-1 Gustavo Manduca, 31 br
Støðan:
1. PSG 4
2. Barcelona 3
3. Ajax 2
4. APOEL 1
Bólkur: G:
Chelsea gjørdist stóri vinnarin í bólki G. Teir vunnu torføra útidystin móti Sporting við 1-0, meðan Schalke ikki megnaði at vinna á NK Maribor á heimavølli. Nú er Chelsea odda lið í bólkinum.
Sporting – Chelsea 0-1 (0-1)
0-1 Nemanja Matic, 34
Schalke – NK Maribor 1-1 (0-1)
0-1 Damjan Bohar, 37
1-1 Klaas Jan Huntelaar, 56
Støðan:
1. Chelsea 4
2. Schalke 2
3. CNK Maribor 2
4. Sporting 1
Bólkur H:
Her bjargaði Porto sær eitt týdningarmikið stig í evstu løtu í Ukraina, tá teir fingu tvey mál í seinastu minuttunum. BATE Borisov tók enn eina ferð øll á bóli og vann ein dyst í bólkaspælinum. Hesa ferð móti Bilbao á heimavølli.
BATE Borisov – Athletic Bilbao 2-1 (2-1)
1-0 Denis Polyakov, 19
2-0 Aleksandr Karnitskiy, 41
2-1 Aritz Aduriz, 45
Shakhtar Donetsk – Porto 2-2 (0-0)
1-0 Alex Teixeira, 52
2-0 Luiz Adriano, 85
2-1 Jackson Martinez, 89 br
2-2 Jackson Martinez, 90
Støðan:
1. Porto 4
2. BATE Borsiov 3
3. Shakhtar Donetsk 2
4. Athletic Bilbao 1