PSG heiðrar tey deyðu í yvirgangsálopinum

PSG fer at spæla í serligum búnum fyri at heiðra tey, sum doyðu í yvirgangsálopinum

 

Fríggjadagurin 13. november 2015 verður ein dagur, sum verður seint gloymdur hjá parísbúgvum. Hetta var dagurin, tá 129 fólk mistu lívið í yvirgangsálopum, sum vóru framd av islamistiskum yvirgangsmonnum í franska høvuðsstaðnum. 

 

 

Nú ætlar franska høvuðsstaðarfelagið, Paris Saint Germain - PSG - at heiðra tey, sum doyðu 13. november við einum serligum búna, sum fer at verða brúktur mikukvøldið, tá PSG spælir dyst í Champions League í Malmø ímóti Malmø FF.

 

Lýsingin á búnanum er tikin burtur, og ístaðin standa orðini: "je suis Paris" - eg eri París á búnanum. 

 

Forseti felagsins, Nasser Al-Khelaifi sigur við heimasíðuna hjá PSG, at hetta serliga átakið er gjørt í samráði við sponsorarnar hjá PSG. Hann er sera takksamur fyri, at sponsorarnir hava givið loyvi til hetta.