PSG er meistari: Ýla eftir Neymar og Messi

Ligue 1: Paris Saint Germain er franskur meistari, men tað eru øll í felagnum ikki fegin um

Paris Saint Germain vann leygardagin franska meistaraheitið, tá høvðusstaðarfelagið spældi javnleik 1-1 móti Lens, sum fekk ein mann útvístan í seinna hálvleiki. Lionel Messi skoraði eitt vakurt langskot, men tveir minuttir fyri tíð javnaði Lens, hóast í undirtalið.

 

Meðan spælararnir royndu at fegnast sína millum, so fóru partar av áskoðarunum av leikvøllinum, tá dómarin bríkslaði. Teir vildu sína sína ónøgd við hetta kappingarárið, har serliga ósigurin fyri Real Madrid í Champions League nívur.

 

PSG keypti í summar Lionel Messi, Sergio Ramos, Gianluigi Donnarumma, Georginio Wijnaldum, Achraf Hakimi, Danilo Pereira og Nuno Mendes. Málið var at vinna Champions League, men nú er líkt til at felagið verður uttan Kylian Mbappé komandi kappingarár, og áskoðararnir hava ýlt eftir bæði Neymar og Lionel Messi eftir ósigurin fyri Real Madrid.