Løgtingið líkist eini kabarett, har tingið nú eisini er saksøkt eftir barnsburðarpeningi
Afturgongdin í Føroyum fram til 2004 varð steðgað av ABC-samgonguni. Í umheiminum vóru umstøðurnar eisini optimalar. Heimurin sveimaði á lánibylgju. Grammleikin var markleysur. Trøini vuksu inn í himmalin, varð sagt.
Eisini her tevjaðu fólk skjótan vinning. Milliardir skiftu hendur. Tað ráddi um at vera on.
Og alt gekk sum eftir ánni. Landið fekk sítt. Ráð var til ovurstórar betringar á vælferðarøkinum og við lutvísu søluni av Føroya Banka og Atlantsflogi gjørdist landskassin harumframt skuldarfríur.
Men longu út á árið 2007 var skilligt, at veitslan var um at vera av. Nú ráddi um at tálma útreiðsluvøkstrinum hjá landinum.
Kortini varð hildið fram sum um einki var á vási. CHE-samgongan kom undan kavi og ballið helt fram. Fíggjarlógin fyri 2008 vaks við heilum 300 mio kr. Kortini mundu onkur í CHE-gonguni ána, at okkurt ófrættakent var ávegis. Tí ráddi um at sleppa undan ábyrgdini. Eins og í 2003 aftur at sleppa útum áðrenn skriðan leyp. Tí vóru ráðini at produsera kreppustøðu. Lyklarholið gjørdist loysnin.
ABC-samgongan kom afturíaftur um sama mundið sum fíggjarlógin hjá CHE skuldi berast í tingið. Har var einki nýtt undir sólini. Sum aðrir vísmenn gingu búskaparfrøðingar fram á rað at tøla politikarar um at tøma kassar og grunnar. Virksemið í landinum mátti ikki minka. Umráðandi var brúka. Tí hvat er ein milliard i undirskoti árliga millum vinir?
Festivalføroyar
Og gongdin hevur verið samsvarandi. Hóast peningastovnarnir hava hildið aftur í kredittveitingini, so minkaði almenni rakstrarvøksturin frá heilum 9% bert niður á 3%. Eingin verulig tillaging ella sparing, bert afturhald í útreiðsluvøkstrinum. Og nú er landsstýrið gyrt í brøkurnar. Útreiðslur landskassans eru framvegis í samsvari við upp-pumpaðu inntøkurnar undan kreppuni.
Við førda útreiðslupolitikkinum fra 2007 við uml. 300 mio kr í útreiðsluvøkstri árliga, er landið endað við fíggjarundirskoti útvið 1000 milliónir árliga. Alment lánifíggjað peningaumfar sum ger, at kostnaðarstøðið verður hildið kunstiga uppi, har minni og minni samsvar er millum framleiðslu og peningaumfarið.
So, meðan høvuðsvinnan ekur á knøunum, heldur veitslan fram við almennari lántøku. Búskapurin sleppur ikki at laga seg til veruleikan. Fólk festivala, sum um einki er á vási. Stórir almennir vekslar verða uttan at blunka skrivaðir upp á framtíðina.
Tjóðskapa sær
Viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru skipað eftir yvirtøkulógini, sum inniber, at Løgtingið einsamalt ger av, at øll málsøki, undantikin tey, sum eru karmar um ríkiseindina, kunnu yvirtakast. Vit eru fatað av grundlógini. Taka føroyingar avgerð um, at Føroyar skulu vera sjálvstøðugar koma øll málsøki undir føroyskt málsræði. Føroyar og Danmark fara hvør til sítt.
Skipanin er stórsta frambrot á sjálvsstýrisleið í nýggjari tíð, ella sum íslendski aðalkonsulin málbar seg: ”ordningen er genial”. ?
Kortini er hetta ikki nokk fyri summi. Tað ræður um at tjóðskapa sær. Ístaðin fyri at virka eftir søguliga møguleikanum í yvirtøkulógini, so er stórsta projektið nú í Løgtinginum at orða nýggja stjórnarskipan. Álvarsamir tinglimir sita við sveittabrot fyri at fáa skipanina frá hondini. Men úrslitið er givið uppá forhond. Nýggj træta verður millum Løgting og ríkismyndugleikarnar. Nýggjur frontur verður opnaður, eingi úrslit men bara stríð.
Alt meðan politiska arbeiðið soleiðis gerst markeringar og stakmál, førkar samfelagið seg móti stagnatiónini. Móti atgerðarloysi og upploysn.
Veruliguføroyar krevja, at leik sum lærd ásanna viðbrekni í okkara lítla búskapi, at vit seta tering eftir nering. Neyðugt er, at vit vilja tað sama saman. At etableraðu Føroyar eisini geva høvuðsvinnuni uppibornan ans og ikki sum nú, upp í saman harta vinnuna fyri kraddarvirksemi.
Politiskir pyromanar
Væntandi var, at skiftið til eitt valdømi fór at stabilisera politiska landslagið, at politikkurin fór at førka seg a hægri støði. Men soleiðis gjørdist ikki, tvørturímóti.
Mørkini, sum skuldu ruddast burtur millum lands- og lokalpolitikk eru sjónligari enn nakrantíð. Keyp og søla í korridorunum er meginreglan. Visiónirnar um heildarpolitikk eru burtur. Harafturímóti hevur politiska skipanin lagt seg skerflata fyri at halda fast við almennu útreiðslurnar. At yvirbjóða hvønn annan. Einki uppskot um rationaliseringar, ongar effektiviseringar. Sýnist, sum ein milliard gongur leys, ikki at hon manglar í. Tosaði nakar um sjálvberandi búskap? Løgtingið líkist tí mest eini kabarett, har tingið nú eisini er saksøkt eftir barnsburðarpeningi.
Og andstøðan minnir um politiskar pyromanar, sum áhaldandi festa í og skapa ruðuleika fyri síðani at standa fremstir at sløkkja og gera seg til alternativið til ruðuleikan, tey sjálv eru upprunin til.
Sama andstøða, sum behendiga, umvegis lyklarholið, slapp undan at taka ábyrgd, spælir gekk við ótaldum einkisigandi munnligum markeringsfyrispurningum, sum eru uttan minsta samband við heildarpolitikk, men sum tvørturímóti lemja landsumsitingina í dagar hvørja viku. Berur retorikkur uttan innihald. Og fjølmiðlarnir spæla við.
Fríspæl
Í samgonguni verður blást í ymsar ættir. Meðan landsstýrið við sveittabroti og tærnakrimpi baksast við fíggjarlógini spæla onnur fríspæl. Onkur gremur seg um at vera køldur niður av sínum egnu. Miðlarnir kundu hóskandi spurt, hví hesin í fornermilsi ynskti limaskap í øðrum flokki bert dagar áðrenn, hann gjørdist fíggjarmálaráðharri. Og annar krevur størri blokk - at brúka uppaftur meira enn framleiðslan loyvir, vitandi um, at stuntið bara undirgrevur egnan formann og samgongusamstarvið.
Politiska avbjóðingin í heyst fer tí at krevja sítt. At standa stinnur og fremja tillagingar er neyðugt, skal samfelagið ikki fara fyri bakka. At leggja seg í oportunistiska kjalarvørrin hjá andstøðuni er ábyrgdarleyst. At sita í sjálvdrátti og viga grín er byggir heldur ikki land.
Ístaðin fyri politiskum projektmakaríi, har samfelagið gerst eitt experimentarium hjá summum, so áttu øll at sæð álvaran í ólukku støðuni vit eru ávegis í. Vit fáa einki gjørt við heimskreppuna, men vit kunnu fyrihalda okkum til veruliguføroyar, har okkum manglar 1000 mio kr árliga, skulu vælferðarføroyar halda tørn.
Sanniliga ein avbjóðing, sum krevur dirvi, áræði og stabilitet. Megna vit ikki tað, verður einki fantilsi á sum frálíður.
Livst so spyrst.......