PSA og Mitsubishi samstarv

Japanskir fjølmiðlar upplýsa at í hesum døgum eru samráðingar millum fronsku bilkonsernina PSA (Citroën og Peugeot), og Mitsubishi í Japan.

Talan er um at PSA skal keypa millum 30 og 50 prosent av partabrøvunum í Mitsubishi. Tá tíðindini bórust vaks virði av partabrøvini í Mitsubishi við 13,4 prosentum, skrivar Nikkei Business Daily í Japan.


PSA og Mitsubishi hava í nøkur ár samstarvað um ymiskar bilar. Tað er t.d. Mitsubishi sum framleiðir Mitsubishi Outlander, sum eisini verða gjørdir sum Peugeot 4007 og Citroën C-Crosser.

Eisini er samstarv teirra millum um el-bilar.