Przybylski úttikin til U20 hjá Póllandi

Ársins ungi spælari í føroyskum fótbólti, er úttikin til U20 landsliðið hjá Póllandi

Ársins ungi spælari í føroyskum fótbólti, Michal Przybylski, er úttikin til U20 landsliðið hjá Póllandi, sum í næstum skal spæla venjingarlandsdystin móti Portugal, skrivar millum annað gol24.pl.

 

Les eisini: Ynski at umboða Føroyar

 

Michal Przybylski, sum flutti til Føroyar sum bara tvey ára gamal, boðaði frá í samrøðu til Ársins Spælari tiltakið, at hann hevur eitt ynski um at umboða Føroyar. Tá segði hann:

 

- Eg arbeiði við at fáa øll pappírini upp á pláss, so eg kann søkja um pass. Um tað gongur ordiliga væl, so kanska eg kann umboða Føroyar í 2019, segði Michal Przybylski, sum í ár hevur skotið tíggju mál fyri Skála, men hevur ikki tikið avgerð um komandi kappingarár.

 

19 ára gamli Michal Przybylski er nú úttikin til U21 hópin hjá Póllandi, men verður ikki bundin at Póllandi, um hann spælir við. Hinvegin, so hetta ein sterk áheitan um, at pólska fótbóltssambandið hevur áhuga í at síggja ársins unga spælara í føroyskum fótbólti.

 

Hann kom í summar út fyri, at arbeiðs- og uppihaldsloyvini ikki yvirlappaðu, tá hann bleiv 18. Tá so fyribils loyvið gekk út, stóð hann eftir uttan arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

 

Tilvildin vil tað so, at føroyska U21 landsliðið skal spæla móti U21 landsliðnum hjá Póllandi á Tórsvølli 10. novembur í ár.