Hesar broytingar raka fyrst og fremst bilførarar, men tey yngru, sum koyra á prutli, verða eisini rakt av hesum.
Ein tann størsta broytingin er hon, at frá 1. september kann bert førarin sjálvur sita á einum prutli.
Tað verður sostatt ólógligt at hava ferðafólk sita á prutlinum undir koyring.
Verður ein prutlførari tí tikin við ferðafólki á, so verður hetta revsað við bót.