Próvtøkurnar í summar skulu vera lættari enn vanligt

Korona hevur tarnað undirvísingini so illa, at næmingar kunnu ikki fara til próvtøku sum vanligt, heldur løgtingslimur

Næmingarnir í miðnámsskúlunum, sum skulu til próvtøkur í summar, eiga at fáa lættari próvtøkur enn vanligt. Tað heldur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.  Nú vil hon hava Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, at greiða frá um hann hevur nakrar ætlanir um at broyta próvtøkurnar.  Hon vísir á, at hóast øll koronutiltøk nú eru tikin av, hevur smittan kortini sína ávirkan. Hugsa vit um næmingarnar á miðnámi, ið skulu upp til próvtøku í summar, verða møguleikarnir fyri góðum úrsliti at verða merktir av koronutíðini, heldur hon.

 

– Hóast miðnámsskúlarnir ikki hava verið beinleiðis stongdir í hesum skúlaárinum, hava teir kortini verið nógv ávirkaðir av koronu. Næmingar og lærarar hava verið sjúkir og í sóttarhaldi ein stóran part av skúlaárinum og tí hevur undirvísingin verið nógv merkt av tí.

 

– Fjarundirvísing kann vera eitt gott amboð í styttri tíðarskeið, men tað er nógv, ið bendir á, at hon ikki gevur sama úrslit sum vanlig undirvísing. Haraftrat hava teir elstu flokkarnir, ið skulu til endaliga próvtøku í summar, verið ávirkaðir av koronufarsóttini í tvey skúlaár, sigur løgtingskvinnan.

 

Sostatt eru umstøðurnar at fara til próvtøu ikki tær bestu og tað kann úrslitið – og samstundis er úrslitið avgerandi fyri møguleikarnar at sleppa til hægri lestur. Eyðgunn Samuelsen vísir á, at í Danmark er avgerð tikin um, at næmingar, ið skulu til próvtøku í summar, bæði í fólkaskúlanum og í miðnámsskúlanum skulu upp í færri fakum enn vanligt.

 

Tað eru nógvir miðnámsskúlanæmingar í Føroyum, sum fara til Danmarkar at lesa og tí er vandi fyri, at teir vera verri fyr enn næmingar úr Danmark, heldur hon.