Provokerandi sannleikar á palli

Sleeping Around: Sosialurin hevur lúrt aftur um naknu plakatina og inn í Sjónleikarhúsið, har sveittadropar renna í seinastu venjingunum til bersøgnan og ágangandi sjónleik um nútíðar stórbýarsamfelagið, har menniskju leita eftir samleika og kærleika, men har royndirnar í staðin ofta enda í avskeplaðum, seksuellum sambondum. Við sterkum scenum flyta ungu leikararnir etisku mørkini, rysta penu myndina av samfelagnum og avdúka frustratiónir, desperatiónir og einsemi.

SJÓNLEIKUR
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo

Maður møtir kvinnu møtir manni møtir kvinnu...
Tað er mikukvøld í Sjónleikarhúsinum, bara tríggjar dagar undan frumsýningini av leikinum Sleeping Around. Við nál og tráð roynir leikstjórin, Bárður Persson, at hefta eina rond á eina av kulissunum. Hann reisist, skimast til ljóðmannin uppi á balkonini, og bjóðar vælkomin. Sjálvt ljóðanleggið argar í kvøld.
Løtu seinni er klárt at venja eina av tilsamans tólv sterkum og óvanliga bersøgnum scenum, ið við einum væl innpakkaðum setningi "lýsa møti millum tvey menniskju í stórbýarjungluni."
Men her er als einki innpakkað. Dialogurin er harðrendur, til tíðir ekstremur, og sker heilt inn á bein.
- Vit taka fimmaran, rópar leikstjórin út í rúmið.
Bárður Persson hevur ilt við at standa í frið. Hann gongur aftur og fram, skimast upp til ljóðmannin, sessast, reisist aftur.

Flenna at øsing
Tveir av tilsamans seks leikarum eru 21 ára gamla Gunn Weihe Reinert úr Havn og 20 ára gamli Jákup Dahl úr Fuglafirði.
Meðan Gunn hevur fleiri royndir, millum annað frá sjónleikaraskeiðum, sjónleikum í skúlanum, Leikhúsjólum og leikinum um Pippi, so er Jákup eitt fekst blað, ið ongantíð fyrr hevur staðið á palli framman fyri áskoðarum.
Síðsta skúlaár undirvísti Bárður Persson í leiklist á studentaskúlanum á Kambsdali, og har fekk hann eyga á unga fuglfirðingin, sum hann í dag lýsir at vera ein sera ágrýtnan og dugnaligan leikara, ið bæði er djarvur og sum dugir at brúka seg sjálvan. Og sjálvur ivaðist Jákup ikki í at taka av tilboðnum.
- Men kortini hevði eg ikki væntað at skula liggja nakin á einum laki saman við fimm øðrum, leggur Jákup smílandi aftur at og sipar til plakatina fyri sjónleikin.
Bæði Jákup og Gunn hava, eins og hinir leikararnir og hjálparfólk, lagt lív og sál í henda leik, ið longu undan frumsýning hevur elvt til øsing, bæði millum almenningin og enntá á løgtingi. Øsingina flenna tey at, og prátið verður í staðin snarað inn á sjálvan leikin.
Eingin kronologisk handling er í leikinum, og skiftandi scenurnar, har einans persónarnir eru bindilið til næsta brot, seta stór krøv til leikararnar.
- Vit hava umleið tíggju minuttir til hvørja scenu, og tí sigur tað eisini virkuliga BANG, sigur Gunn, og veipanin við ørmunum og avgjørda egnabráið sannføra.
- Hetta ger persónarnar ekstremar, og eisini eru nógvar av scenunum rættuliga harðar, men aftanfyri fasaduna munnu vit øll kenna okkum aftur, leggur Jákup afturat.

Elskov og aids
Jákup og Gunn byrja at venja fimtu scenu, ið snýr seg um aids-sjúklingin Pete og sambúgva hansara Lyndsey. Av øllum alvi roynir hon at kveikja eina lívsvón í aftur Pete, men hann vil ikki taka ímóti hennara alternativu viðgerðarháttum.
Sjálv hevur Lyndsey eitt ótemjandi ynski um at blíva elskað av Pete, og ikki minst at elska við honum. Hon vil hava hann.
Seksuella spælið er bersøgið og nakið, og dialogurin er dampandi heitur, men gerst samtíðis ísakaldur og avskeplaður, tá tey skiftivís dominera og lata seg dominera av hvørjum øðrum.

At tora
Í einum leiki, har sterku scenurnar renna seg í andlitið á hyggjaranum, og har kynsligi parturin er gjøgnumgangandi, húðleyst erligur og provokerandi, eru krøvini til leikararnar stór.
- Tað snýr seg um at tora. At duga at sleppa tær sjálvum, sigur Jákup.
- At geva seg yvir, leggur Gunn afturat.
Men hava tey sjálvi verið noydd at bróta persónlig mørk?
- Veit ikki. Eg havi tær "fittu" scenurnar, flennir Gunn speiskliga.
Tað er týðuligt, at tey føla seg væl í leikinum, hava sett seg inn í hann og hava dugað at sleppa sær sjálvum leysan á pallinum. Eisini har argumentini fyri at seta 16 ára aldursmark eru sterkast.

Stórbýurin er her
Hóast tær 12 scenurnar eru tiknar úr einum vikuskifti í einum hørðum stórbýarumhvørvi, so hevur leikurin avgjørt nakað at siga føroyingum, meta bæði leikarar og leikstjóri.
- Í leikinum er so at siga einki, ið ikki finst í Føroyum. Og tað sum ikki finst her hjá okkum í dag ? ja, tað skal nokk koma, sigur Bárður avgjørdur.
- Á tann hátt kastar leikurin ljós á okkara egna einsemi og forderv.
Bárður Persson, ið sjálvur hevur spælt leikin, meðan hann gekk á sjónleikaraskúla í Århus, heldur avgjørt at øll kunnu vit læra nakað av honum.
- Tað eru nógv fólk í Føroyum, ið binda trøllini innan í sær sjálvum niður í myrkrið í stovuni. Men áðrenn tú veit av, er trøllið komið inn í sovikamarið - og tá er tað trøllið, ið letur teg úr klæðunum. Og tá kennir tú tað ikki.
Bárður sipar til mongu tabu-evnini í samfelagnum, ið á mangan hátt liggja sum eitt tungt teppi yvir okkum, vard av kritisku røddunum í samfelagnum.
- Alt er tabu. Tað snýr seg um at fara inn í okkum sjálvi og at vísa á nøkur viðurskifti. Men vit kunnu kenna okkum einsamøll ? eisini saman við øðrum, sigur Gunn.
- Alt verður gjørt so "pent," men vit vísa, hvussu veruleikin er. Sjálvandi í tí ekstrema, men evnið er tað sama og gongur aftur, eisini her í Føroyum, leggur Jákup afturat.
- Vit provokera, men í veruleikanum hava vit sama boðskap sum Jenis. Vit vísa ein stórbý uttan religión.

Slær hart
Men er í heila tikið neyðugt at lata scenurnar vera so sterkar og erotiskar?
Jú, tað er neyðugt, sigur Bárður Persson avgjørdur.
- Tá scenurnar fungera eru tær rættuliga ógvusligar ? men tað kann liggja í, at tær í nógvar mátar avdúka frustratiónir, desperatión og einsemi. Men eisini ein vilja til ektaða kontakt.
- Tað er neyðugt við so sterkum scenum, tí vit verða meira og meira fremmandagjørd í samfelagnum. Vit fáa fleiri og fleiri sjónvarpsrásir, fleiri páskaregg til børnini og fleiri tómar politiskar meiningar.
- Og fyri at bróta ígjøgnum støðugt fleiri løg, ið forstýra okkum, skal sláast harðari, staðfestir Bárður.
Leikstjórin spruttar av orku, og megnar á løgnan hátt bæði at sita stillur og reika runt, meðan ungu leikararnir venja fimtu scenu.
- Gott, Jákup!
- Forførandi, Jákup!
- Fínt, Gunn!
Eftir scenuna millum aids-patientin og sambúgva hansara dansar Bárður runt í rúminum.
- Yes!!
Hann krevur nógv av sínum leikarum, men hann er nøgdur.

Møti og fiskur
Bárður greiðir frá, at hann onkuntið hevur sett sær spurningin, um tað yvirhøvur er neyðugt at arbeiða við list.
- Kanska hava tær kritisku røddirnar rætt?
- Tað kann vera, at samkomur og fiskur er meira enn ríkiligt fyri at fáa eina meining í lívið?
- Tí hví skulu vit fáa at vita, hvørji vit eru, spyr leikstjórin.
Hann sipar til kritisku røddirnar, til tabu'ini.
Hetta mikukvøld í Sjónleikarhúsinum standa tær annars væl ílætnu kritisku røddirnar tó enn meira naknar enn leikararnir á plakatini, ið eisini hava ein boðskap.
Tað er cool at provokera. Men hyggið longur enn til harða dialogin og scenurnar, og lati ikki provokatiónirnar gerast ein reyður klútur, ið køvir boðskapin, tykist vera áheitanin frá leikarunum.

Ágrýtni
Nógva arbeiðið í samband við Sleeping Around, frá manuskriptlesingini í november til intensu og dagligu venjingarnar undan frumsýningina leygardagin, hevur avgjørt verið tað vert, eru Gunn og Jákup samd um. Og neyvan verður hetta seinastu ferð, vit síggja tey á palli.
Jákup, ið gongur seinasta árið á studentaskúlanum á Kambsdali, hevur spælt sær við tankanum um at fara sjónleikaravegin og royna at sleppa inn á háskúla fyri leiklist.
Og Gunn ? ja, hon hevur fingið sjónleikin í blóðið.
- Eg havi verið nógv í Sjónleikarhúsinum, og eg trívist væl í umhvørvinum. Eg veit ikki, um eg kundi hugsað mær at verið yrkisleikari ? men áhugaleikari veri eg so altíð, sigur hon avgjørd.


FAKTA um Sleeping Around

Sleeping Around er ein leikur í 12 scenum eitt summarvikuskifti ? frá fríggjakvøldi til tíðliga mánamorgun. Staðið er stórbýurin og tíðin er nútíðin. Scenurnar, ið allar eru møti millum tvey menniskju, verða knýttar saman av eina persóninum, ið fer víðari til næstu scenu.

Leikurin varð skrivaður í 1997 av bretsku høvundunum Hilary Fannin, Stephen Greenhorn, Abi Morgan og Mark Ravenhill. Hann gongur undir sjangruni "In your face", ið er felagsheiti fyri nýggjan, ungan og harðrendan dramatik, ið setur spurnartekin við okkara tíðarvirði.


FAKTA

Týtt til føroyskt: Bergur Rasmussen

Leikstjóri: Bárður Persson

Leikarar:
Sólvá Jónsdóttir, Gunn Weihe Reinert og Finnur Jensen úr Havn, Jóna Astrid Lambastein og Jákup Dahl úr Fuglafirði og Aksel S. Joensen úr Nólsoy.

Ljós: Turpin Djurhuus, Hjalmar Holm og Sámal K. Clothier

Ljóð: Jón McBirnie

Sýningar:
Frumsýning leygarkv. 13. mars klokkan 19
Síðan verður leikurin sýndur hvørt kvøld klokkan 20, frá týskvøldinum til fríggjakvøldið. Vikuskifti 20. og 21 marts vera sýningarnar klokkan 18.
Fyribils verður leikurin sýndur í eina viku, men annars eftir hvussu undirtøkan verður fyri honum.


CITAT:

Tú vilt blíva elskað. Og tú vilt tað so nógv, at tú letur ein spitalskan, ein avskeplaðan spitalskan við veskandi sárum mogga tær, so tú ta løtuna, bara eina lítla løtu, følir teg elskaða
Aids-sjúklingurin Pete til sambúgva sín Lyndsey, ið vil hava hann
Tað føldist so simpult. Tað føldist bíbilskt. Handan seinnapartin, vit lógu á hasum Coca Cola dósunum í lastini á hasum bilinum. Einaferð gjørdu vit tað undir einari elektricitetmastur.
Colin fortelir konu sína Helen um fyrstu seksuellu royndirnar