Fyri stuttum er komin út nýggj fløga hjá "Tollarum og Syndarum", eisini bara nevndir "TOS". Talan er um aðru fløguna hjá tí alternativa gospelbólkinum.
Ígjár settu vit Bárði á Lakjuni og Eileri Hansen frá TOS stevnu í Leirvík til eitt prát um ta nýggju fløguna, sum nevnist "Tíð og Ævinleiki". Eisini prátaðu vit við Rógva á Lakjuni, sum hevur gjørt snotuliga húsan, og sum hevur framleitt ein tónleikavideo av lagnum "Tú".
Eiler og Bárður greiða frá, at teir royna at provokera eitt sindur fyri at fáa fólk at hugsa, og teir brúka ikki so lítið av humori í tekstunum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Bárð á Lakjuni, Eiler Hansen og Rógva á Lakjuni greiða frá. Á ljóðfíluni hoyrast eisini brotpartar av nøkrum av nýggju sangunum hjá TOS.
GG: Ljóðfílan er drúgv. Les tí ta bláu strikuna inn fyrst, áðrenn lurtað verður.










