Gjáramorgunin kom líltla hollendska ferðamannaskipið Planius á Havnina.
Róp kom í, tá ið ein av manningin kom í land. Hann var í jakka, og á rygginum stóð Sea Shepherd Crew.
Maðurin, sum var maskinmeistari á ferðamannaskipinum var ikki komin til Føroya sum umboð fyri felagsskapinum.
Politiið hevur ta fatan, at maðurin var í jakkanum bara fyri at provokera eitt sindur í Føroyum.
Skipið kom úr Aberdeen, og seinnapartin í gjár fór tað úr Føroyum aftur við kós móti Jan Main.