Millum tey gott og væl 200 starvsfólkini í samtakinum hjá Poul Michelsen eru 42 útlendingar, úr 19 ymiskum londum. Seinastu árini hevur Poul Michelsen samtakið bjóðað útlendsku starvsfólkunum skeið í føroyskum, og í dag fingu 6 teirra prógv eftir lokna útbúgving.
Eyðfinn Davidsen, stjóri á PM Pluss, sigur, at hetta tilboðið nú hevur trý ár á baki.
- Tað eru um 10 – 12 fólk, ið teknað seg til undirvísing hvørt ár, og næmingarnir eru stak væl nøgdir við tilboðið. Hesar seks, sum nú eru lidnar við 2. árið av undirvísing, stóðu seg eisini sera væl í endaligu royndunum, sigur hann.
Tveir tímar um vikuna fáa starvsfólkini undirvísing í føroyskum og lærari er Hjørleif Kúrberg. Tilboðið er ókeypis og starvsfólkini velja sjálvi, um tey taka av tilboðnum ella ikki.
Poul Michelsen greiddi herfyri in.fo frá, at undirvísingin fevnir ikki einans um mállæru, men eisini um føroyska mentan, tí tað er ein partur av at vera partur av einum samfelag.
- Eitt nú fáa tey at vita, hvussu tú ringir til lækna, fert á apotekið, fert við bussinum og so framvegis. Ja, snøgt sagt tað, sum krevst í einum vanligum gerandisdegi, segði Poul Michelsen.
- Eg síggi hetta púrasta greitt sum eina win-win-støðu. Hjá útlendingum verður tað sjálvandi lættari at verða partur av føroyska samfelagnum, um tey duga málið, og um tey í størri mun skilja okkara mentan. Og fyri okkum sum arbeiðsgevara inniber hetta eisini fyrimunir. Tá vit í størri mun kunnu samskifta við starvsfólkini á føroyskum, gongur samskiftið lættari, og tað verða færri misskiljingar, segði Poul Michelsen.
Hjørleif Kúrberg hevur verið lærari hjá kvinnunum, sum hava fingið prógv í morgun.
- Eg havi undirvíst teimum í føroyskum á byrjunarstøði. Eg havi lagt dent á at læra tær at skilja og tosa føroyskt, so meiri dentur verður lagdur á at gera seg skiltan, heldur enn at benda rætt, sigur Hjørleif Kúrberg.
Hann sigur, at ein stórur partur av undirvísingini er skriftlig frálæra.
- Endaliga royndin var ein fyrisøgn á 5. flokksstigi, har næmingarnir skuldu útfylla 90 orð, ið manglaðu í einum teksti. Allar kláraðu seg væl, men ein teirra hevði øll 90 orðini rætt, sigur Hjørleif Kúrberg.
Næmingarnir, í hesum førinum allar kvinnur, eru úr eysturevropa og eysturasia, meðan ein er úr Afrika.
- Stuðul og hjálp heiman ífrá er altavgerandi fyri, at tað skal eydnast teimum væl, sigur Hjørleif Kúrberg, sum eisini gleðist um, at hann sjávur hevur fingið ómetaliga góðar arbeiðsumstøður, bæði frá PM pluss og ikki minst frá Mentamálaráðnum.
- Mentamálaráðið hevur allan vegin verið til reiðar at veita mær ta hjálp, mær hevur tørvað, sigur hann.