Tórshavnar Musikkskúli handar í dag kl 17.00 prógv til seks nýklaktar næmingar á musikkskúlamiðnámið.
Við hesum próvnum, eru næmingarnir tilreiðar at fara uttanlands at nema sær hægri útbúgving í tónleiki.
Tey seks, ið fáa prógv, eru Jacobina Spangenfeldt, floyta, Torkil Jespersen, orgul, Jósef Zachariassen, klaver, Anna Sofía Jørgensen, trompet, Hjørtur Háberg, trummur, og Andrias Gærdum, klaver.
Millum røðarnar eru Jósef Zachariassen fyri næmingarnar, Ólavur Jakobsen fyri miðnáms útbúgvingina og borgmeistarin í Tórshavnar Kommunu, Heðin Mortensen.
Leiðarin, Bo Isholm, bjóðar vælkomin til hátíðarhaldi, sum er á deildini hjá Fróðskaparsetri Føroya á Jónas Broncksgøtu 25. Næmingarnir framføra harafturat fýra ymisk verk til tiltaki.