Malaysisku Proton bilarnir koma møguliga á danska marknaðin. Fleiri danskir importørar hava í longri tíð roynt at fáa fatur í malaysisku Proton bilunum, men tað verður ikki fyrr enn teir kunnu levera bilar við rattinum í vinstru síðu, at bilarnir kunnu verða seldir í Danmark og á evropeiska marknaðinum.
Malaysia hevur vinstrakoyring og selja einans bilar í Evropa gjøgnum ein enskan importør, og til onkur lond í suðurevropa við rattinum í skeivari síðu.
Proton samstarva við t.d. Mitsubishi og Volkswagen, og síðan 1999 hava teir eisini samstarvað við Lotus í Onglandi.
Proton eru ikki heilt ókendir her hjá okkum. Enn koyra nakrir persónbilar her, sum vórðu innfluttir fyri nøkrum árum síðan.










