Súkkling
Tey seks fronsku og tey bæði týsku liðini mótmæla, at tað eru fleiri lið, sum hava súkklarar á liðnum, hóast hesir eru undir illgruna fyri nýtslu av stimbrandi evnum. Tað verður ikki sagt beinleiðis, men eingin ivi er um, at ónøgdin serliga er vend móti Rabobank og danska Michael Rasmussen. Maðurin í gulu troyggjuni er ikki testaður positivur fyri doping-nýtslu, men luttakandi liðini á Tour’inum gjørdu fyri tveimum árum síðani avtalu um, at einki lið skuldi hava súkklarar á liðnum, sum vóru undir illgruna fyri dopingnýtslu.
Tað ljóðar eisini, at somu átta liðini fyri fleiri døgum síðani høvdu fund. Har var felags niðurstøðan, at Rabobank átti at tikið Michael Rasmussen av liðnum, tá hesin ikki hevur givið røttu fráboðanirnar til altjóða doping-eftirlitið.
Sjálvur tykist Rasmussen tó ikki at leggja nakað í hetta. Hann súkklar framvegis í gulum, og kemur hann heilskalaður úr dagsins etapu, er ilt at síggja, at nakar annar súkklari í feltinum skal hótta samlaðu oddastøðu hansara. Næstur Rasmussen er spanski Alberto Contador, sum súkklar fyri Discovery Channel. Eisini hann er seinastu tíðina skuldsettur fyri nýtslu av doping, men heldur ikki hann er tó testaður positivur.