Prosentrokning


Karsten gletta man av tonnum
heldur krav frá yvirmonnum
út av lagi vera
tøl sum nærkast fýrs prosentum
tá ið goldið er við rentum
ei man kassin bera

Ellintur er fastur enn
hatta er til fáar menn
einki fingu seinast
men vit hava góða tíð
ei vit skulu valstríð í
nú skal munur beinast

So man mannahugsan vera
at prosent má Karsten bera
hatta har er sjálvgjørt
minnast hvussu áður gekk
tingløn heili seksti fekk
tá var einki óført